VIDEO: Gilli og Odd endaðu á einum flottum 5. plássi

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Viking Stavanger-Odd 1-1 (1-0)

Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd endaðu kappingarárið í bestu norsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Í 30. og seinasta dystinum leikti Odd javnleik 1-1 móti Viking Stavanger á útivølli. 

 

VIking legði seg á odda beint undan steðginum. Tá ein tími var farin javnaði Vebjørn Hoff fyri Odd.

 

Í seinastu 12 dystunum hevur Odd bert tapt ein dyst. Annars hevur talan verið um sjey sigrar og fýra javnleikir. 

 

Odd endaði á einum flottum fimta plássi við 45 stigum, einum stigi meir enn Vålerenga. 

 

Gilli var á vøllinum í 22 av teimum 30 dystunum. Seint í summar darvaði ein skaði Gilla, annars hevði hann uttan iva spælt enn fleiri dystir fyri Odd. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Viking-Odd 1-1 (1-0):

 

##med2##