VIDEO: Gilli legði upp til mál í týðandi útisigri

(Video) Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd fingu góða frástøðu til niðurflytingarstrikuna

Gilli R. Sørensen spældi allan dystin og hann legði upp til fyrsta málið hjá Odd, ið vann týðandi 3-1 sigur á Haugesund á útivølli.

 

Sigurin merkir, at Odd við 26 stigum hevur níggju stig niður til niðurflytingarstrikuna í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tá vóru bara spældir sjey minuttir tá Gilli hegnisliga spældi Joshua Gaston Kitolano frían í brotsteiginum hjá Haugesund, og liðfelagin sveik ikki.

 

Haugesund javnaði undan steðginum, men Odd tryggjaði sær sigurin við tveimum málum í seinna hálvleiki.

 

Sunnudagin spælir Odd á heimavølli móti Molde, ið liggur næstovast í deildini.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Haugesund og Odd.