Teir í Brann Bergen eru næstan leysir av niðurflytingarvandanum aftaná týdningarmikla stigið liðið fekk á Brann leikvøllinum í Bergen móti Sarpsborg 08.
Gilli Rólantsson kom á vøllin fyri Brann Bergen tá 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, og hann gjørdi mun.
Tá Kristoffer Barmen javnaði til 1-1 fyri Brann Bergen átti Gilli góðan lut í málinum tá hann sendi bóltin inn í brotsteigin hjá Sarpsborg 08.
Brann Bergen - Sarpsborg 08 1-1 (0-0)
0-1: Gaute Vetti (52.)
1-1: Kristoffer Barmen (75.)
Brann Bergen er á 32 stigum nú tveir dystir eru eftir at leika. Sjey stig eru niður til Strømsgodset, ið liggur á triðaftasta plássinum, ið merkir ein upp- og niðurflytingardyst móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini. Strømsgodset hevur tó ein dyst til góðar. Brann Bergen hevur seks stig niður til Start Kristiansand, ið eisini hevur ein væl verri málmun enn Brann Bergen.
Komandi mikukvøld spælir Brann Bergen móti júst Start Kristiansand á útivølli.
Støðan í botninum í bestu norsku fótbóltsdeildini:
9 | Stabæk | 28 dystir | 8 | 11 | 9 | 35 | 43 | -8 | 35 stig |
10 | Brann Bergen | 28 dystir | 8 | 8 | 12 | 37 | 47 | -10 | 32 stig |
11 | Sandefjord | 27 | 9 | 5 | 13 | 30 | 42 | -12 | 32 |
12 | Sarpsborg 08 | 28 | 8 | 7 | 13 | 33 | 38 | -5 | 31 |
13 | Start Kristiansand | 28 | 6 | 8 | 14 | 32 | 51 | -19 | 26 |
14 | Strømsgodset | 27 | 5 | 10 | 12 | 34 | 51 | -17 | 25 |
15 | Mjøndalen | 28 | 7 | 3 | 18 | 23 | 44 | -21 | 24 |
16 | Aalesund | 28 | 2 | 5 | 21 | 28 | 77 | -49 | 11 |
Her síggjast hæddarpunktini frá dystinum í dag millum Brann Bergen og Sarpsborg 08:
<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1126278&mediaId=9df955d459714de98716ab3df7a532b0&pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>