Oddaliðið í bestu írsku fótbóltsdeildini, Shelbourne tók fríggjakvøldið ímóti Stefani Radosavljevic og liðfeløgum hansara í Sligo Rovers, og var Shelbourne greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin. Men soleiðis bleiv ikki.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin legði Kailin Barlow Sligo á odda 1-0. Tá 58 minuttir vóru leiktir javnaði heimaliðið til 1-1.
Tá klokkan vísti 69 minuttir legði Stefan við einari genialari fríspæling upp til týska áleyparan hjá Sligo, Fabrice Hartmann sum skoraði sigursmálið til 2-1.
Sligo er nummar átta í deildini við 22 stigum, meðan Shelbourne er greitt oddalið við 37 stigum, fimm stig frammanfyri nummar tvey, Derry City sum hevur 32 stig.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##