VIDEO: Góð byrjan til heimskenda íslendingin og Gunnar

(Video) FH vann í kvøld 3-0 á Fjølnir í fyrstu royndini hjá nýggjan venjaranum Eiður Smári Guðjohnsen

Logi Ólafsson og Eiður Smári Guðjohnsen eru nýggir venjarar hjá FH, sum í kvøld við Gunnari Nielsen í málinum vann 3-0 á Fjølni. Sostatt fekk FH eina góða byrjan í fyrstu royndini við fyrrverandi Chelsea og FC Barcelona spælaranum, Eiður Smári Guðjohnsen, í venjaratoyminum.

FH hevur fingið eina misjavna byrjan upp á kappingarárið, men hóast úrslitini ikki hava verið so góð sum ætlað, so hevur verið boð eftir venjaranum, Ólafi Kristjánsson, sum nú er venjari hjá Esbjerg. Inn komu royndi Logi Ólafsson og hjálparvenjarin hjá U21-landsliðnum, Eiður Smári Guðjohnsen.

Í kvøld bleiv tað til ein 3-0 sigur á útivølli móti botnliðnum Fjølni. Jónatan Ingi Jónsson skoraði tvey av málinum, meðan Steven Lennon eisini skoraði eitt. Gunnar Nielsen spældi allan dystin í málinum hjá FH, men hevði lítið at gera í kvøld. Við sigrinum er FH komið upp á sætta pláss.

HER ber til at síggja málini hjá FH :

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/b431cf75-eabc-4b8b-b64c-4439fb777897-1595099379068" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>