(Video)Fyrstu vikurnar á várskeiðnum 2017 farnar afturum

Føroyingar, danir og íslendingar eru á næsta skeiðinum, sum Ítróttaháskúlin skipar fyri.

Fyrstu vikurnar á várskeiðnum í 2017 á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy eru farnar afturum og teir 15 næmingarnar hava fingið einagóða byrjan á Ítróttaháskúlanum.

 

 

 

Tey 15 ungu, sum eru úr bæði Føroyum, Danmark og Íslandi, byrjaðu fyrstu vikuna við at fara norður til Sandvíkar, har leiðin gekk út í Rituskor og síðani varð farið til gongu til Fámjins, har tey yvirnáttaðu. Og dagin eftir gekk leiðin til Vágs eftir bygdagøtuni úr Fámjins til Vágs.

 

 

Hesir báðu dagarnir vóru á tremur við spennandi avbjóðingum, sum bæði skuldu samansjóða tey ungu og geva teimum fyrsta inntrykk av Ítróttaháskúlanum.

 

 

Filmsbrotið niðanfyri er frá hesari fyrstu vikuni á Ítróttaháskúlanum.

 

https://www.youtube.com/watch?v=bRIdZk8J20o