VIDEO: Fyrstu ferð Svøríki og Føroyar hittust var debutin hjá Zlatan

(Video) Kendasti svenski fótbóltsspælarin í hesari øldini fekk landsliðsdebut móti Føroyum fyri skjótt 19 árum síðani

31. januar í 2001 fingu Føroyar sítt higartil besta úrslit móti Svøríki.

Tá møttust liðini í stóru innandura fótbóltshøllini, Tipshallen í Växsjö í dysti í norðurlendsku fótbóltskappingini.

Føroyska liðið stríddi seg manniliga til ein 0-0 javnleik, har Jákup Mikkelsen hegnisliga bjargaði einum brotssparki.

Tað sum dysturin tó er mest kendur fyri við svenskum brillum er, at talan var um landsliðsdebutina hjá Zlatan Ibrahimovic, ið vann svenskarunum brotssparkið í dystinum.

Zlatan er klárt kendasti svenski fótbóltsspælarin í hesari øldini. Og tað er líka við, at hann er kendasti svenski fótbóltsspælarin nakrantíð.

Zlatan var sera avgerandi tá Føroyar í 2012 og í 2013 taptu tepurt 1-2 og 0-2 móti Svøríki í HM-undankappingini tá. Uttan Zlatan er ógvuliga ivasamt um Svøríki hevði vunnið 2-1 á Føroyum á Tórsvølli.

Nú er eingin Zlatan, men svenska kollektivið hevur ikki verið sterkari í eina fjórðingsøld, so okkara menn fáa sína sak fyri á Friends Arena í Solna uttanfyri Stokkhólm í annaðkvøld klokkan 19.45. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Á videobrotinum her sæst innslagið svenska kringvarpið, SVT gjørdi 31. januar í 2001 um landsliðsdebutina hjá Zlatan:

##med2##