TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle við Viljormi Davidsen á liðnum og Hobro í donsku superliguni.
Dysturin var tann fyrsti dysturin hjá Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini síðani 2010.
Og tað spældi væl av. Viljormur Davidsen og liðfelagarnir vunnu 3-1. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Viljormur var allan dystin á tamb síðuspælari í vinstra borði, har hann hevði tamarhald á verjupartinum og fleiri ferðir var við í uppspælinum og syrgdi fyri innleggum.
Vejle-Hobro 3-1 (0-0)
63'1-0Allan Sousa
67'2-0Mads Greve
73'2-1Emmanuel Sabbi
78'3-1Jacob Schoop









