Áki Debes Samuelsen fekk 81 minuttir á vøllinum, tá lið hansara Ranheim mánakvøldið spældi fyrsta kappingardystin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Frammanfyri 1.060 áskoðarum á EXTRA Arena leikvøllinum í býnum har norsku kongarnir vera krýndir og grivnir, Tróndheimi tók Ranheim móti høvuðsstaðarliðnum, Lyn Oslo.
Tað gekk av skriðuni hjá Ranheim, ið mátti lúta 0-3 fyri Lyn. Beint undan steðginum legði Lyn seg á odda við einum brotssparki, og tá Áki var skiftur út í 81. minutti høvdu oslobúgvarnir økt til 3-0.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.