Eydnan var misjøvn hjá føroyinga-liðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ígjár.
Fremad Amager uttan Heina Vatnsdal og Finnur Justinussen fekk javnleik 0-0 á útivølli ímóti Viborg. Liðið hjá Jákupi Thomsen, Thisted var aftanfyri 0-2 ímóti Brabrand, men megnaði at koma uppá 2-2, og bjarga sær eitt stig. Ólukkutíð fekk føroyski U21-landsliðsáleyparin, Jákup Thomsen tvey mál kolldømd. Tað hevði við føroyskum brillum verið framúr gott, at Jákup Thomsen kom í gongd við málskjótingina í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Viljormur Davidsen var við frá byrjan, tá lið hansara, Vejle tapti 1-3 ímóti Esbjerg. Viljormur var skiftur út tá 57 minuttir vóru farnir av dystinum. Stutt aftaná Viljormur var farin út økti Esbjerg til 3-0.
Komandi sunnudag tekur Vejle ímóti Viborg. Thisted tekur ímóti Nykøbing FC, og Fremad Amager er á útivølli ímóti Esbjerg.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og Esbjerg.
Støðan er hugaligur lesnaður, har tvey føroyingalið liggja fremst:
1
13
8
27
2
12
8
24
3
13
9
23
4
12
5
20
5
12
6
19
6
13
3
19
7
13
0
17
8
13
-8
17
9
12
2
15
10
11
-7
12
11
13
-19
9
12
13
-7
7