VIDEO: Fyrsta málið hjá Klæminti fyri Breiðablik í Evropa

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Tre Penne-Breiðablik 1-7 (1-3)

Hesa vikuni er felagið hjá Klæminti A. Olsen vertur fyri undanundankappingini í Champions League, har vinnarin vinnur seg víðari til 1. umfar av sjálvari undankappingini.

 

Seinnapartin ígjár vann Budocnost úr Montenegro 3-0 (2-0) á Athletic Escaldes úr Andorra.

 

Og ígjárakvøldi vann Breiðablik ein knúsandi 7-1 stórsigur á Tre Penne úr San Marino. Breiðablik var á odda 3-1 í steðginum.

 

Klæmint skoraði til 3-1 beint undan steðginum. Klæmint fangaði ein returbólt og meddaði hann hegnisliga í netið. 

 

Klæmint var skiftur út tá 63 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Fríggjakvøldið klokkan 20 spæla Breiðablik og Budocnost finaluna í undanundankappingini. 

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Tre Penne-Breiðablik 1-7 (1-3). Tað er tann kendi, Gummi Ben sum er frásøgumaður:

 

##med2##