Undan dagsins dysti ímóti Magdeburg á heimavølli høvdu Jóan Simun Edmundsson og liðfelagarnir í Arminia Bielefeld vunnið tríggjar dystir á rað, men í dag í rendi Arminia Bielefeld seg inn í fyrsta tapið í aðru bundesligu í 2019.
Jóan Símun Edmundsson var við allan dystin tá Arminia Bielefeld tapti 1-3 ímóti Magdeburg. Tá ein hálvur tími var farin var miðvallarin hjá Arminia Bielefeld, Julian Borner vístir av vøllinum, tá hann fekk reyða kortið. Løtu seinni skoraði Magdeburg tvey mál, og so var brekkan brøtt hjá Arminia Bielefeld.
Tað eydnaðist tó Fabian Klos hjá Arminia Bielefeld at minka um munin til 1-2 tá 69 minuttir vóru leiktir av dystinum, men tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini økti Magdeburg til 3-1, og so var liðugt.
Komandi leygardag spælir Arminia Bielefeld útidyst ímóti Union Berlin, ið liggur næstovast í aðru bundesligu.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini sum komu í dystinum millum Arminia Bielefeld og Magdeburg.
Støðan:
(livescore.com)
1
22
6
44
2
22
16
40
3
21
25
39
4
22
9
38
5
22
18
37
6
22
4
37
7
22
11
36
8
22
1
30
9
22
0
30
10
22
-16
28
11
22
-2
27
12
22
-7
26
13
21
-1
25
14
22
-11
23
15
22
-11
21
16
22
-14
19
17
22
-9
17
18
22
-19
16