VIDEO: Fredrikstad-Elfsborg 3-0 (samandráttur)

(Video) Síggj bæði málini Brandur H. Olsen skoraði móti Elfsborg

Fyrr í dag vann føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad 3-0 á svenska liðnum, Elfsborg. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki.

 

Talan var um dyst í kappingini Atlantic Cup, ið verður spæld í Portugal.

 

Brandur skoraði tvey tey fyrstu málini hjá Fredrikstad. Tað seinna aftaná eitt gott upplegg hjá Jóannesi Bjartalíð.

 

HER  ber til at síggja málini frá dystinum. Tað er svenska Aftonbladet, ið hevur lagt málini út.