Video-framsýning í Listaskálanum

Fríggjadagin 14. januar frá kl. 15-17 letur framsýningin "Territorial Statements" við Birgit Johnsen og Hanne Nielsen upp í Listaskálanum.

Talan er um eina annarleiðis video-framsýning, har seks kvinnur siga somu søgu úr sínum egna gerandisdegi framman fyri upptøkutólinum. Hetta gera tær fýra ferðir við fleir daga millumbili. Tað áhugaverda er, hvussu søgurnar broytast fyri hvørja ferð.
Ein av kvinnunum er føroysk og býr í Danmark.

Video-sýningarnar, sum vara í 52 minuttir og eru á tveimum stórum skermum, koyra alla tíðina meðan opið er.

Hanne Nielsen og Birgit Johnsen, ið eru ávikavist 45 og 46 ára gamlar, eru báðar danskar og útbúnar myndhøggarar. Seinastu 11 árini hava tær arbeitt saman og gjørt framsýningar við video installatiónum, sum tær hava ferðast við í nógvum londum. Eisini hava tær gjørd nakrar dokumentarfilmar undir Det Danske Filmsinstitut.

Framsýningin er opin til 23. februar