Video: Frakland vann trygt á Noregi

(Video) Frakland vann sætta heimsmeistaraheiti í søguni. Noreg mátti taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá HM-finaluni í manshondbólti millum Frakland og Noreg, sum var spæld frammanfyri 15.600 áskoðarum í París.

 

Frakland vann tá samanum kom rættiliga trygt 33-26, men Noreg var væl við í fyrra hálvleiki. Fyrstu 25 minuttirnar lá væl fyri hjá Noreg, og eitt skiftið var Noreg á odda 16-14, men Frakland fekk knógvað seg framum 18-17 áðrenn steðgin. Tíðliga i seinna hálvleiki fekk Frakland sær eina fimmmálsleiðslu, og Frakland spældu framúr væl bæði í verjuni, og í álopinum. Vincent Gerard í franska málinum hevði eisini fleiri góðar bjargingar, og so bar ikki til hjá Noregi. Norðmenn kunnu kortini verða fegnir um eitt ótrúliga gott avrik, og at hava vunnið fyrsta heiðursmerki í manshondbólti nakrantíð. Frakland kann í sínum lagi hátíðarhalda sætta HM-gullið í søguni, sum er met.

 

Nikola Karabatic gjørdist franskur toppskjútti við seks málum. Kent Tønnesen gjørdist norskur toppskjútti við fimm málum.

 

Hóast tapið verða norðmenn fagnaðir í øllum norskum miðlum fyri tað samlaða avrikið. Noreg kom annars við til HM-endaspælið uppá eitt sokallað "Wild card", so sigast má, at teir hava tikið av møguleikanum.