Frakland er á fyrsta sinni evropameistari í kvinnuhondbólti, og nú eru fronsku kvinnurnar bæði heimsmeistarar og evropameistarar.
Frammanfyri stórari áskoðarafjøld í París eydnaðist tað fronsku kvinnunum at vinna 24-21 á Russlandi í EM-finaluni. Í steðginum var Frakland á odda 13-12.
Toppskjútti hjá Fraklandi var Alexandra Lacrabere við seks málum. Toppskjútti hjá Russlandi var Anna Vyakhireva við sjey málum.
Frakland tapti annars 23-26 (11-11) ímóti Russlandi í tí innleiðandi bólkaspælinum, men í dag vóru tær fronsku tað betra liðið, og nú er lagt upp til, at tær fronsku eins og manslandsliðið fer at seta seg tungt á altjóða hondbóltstrónuna.
Frakland hevur tríggjar ferðir áður vunnið EM-bronsu. Tað var í 2002, 2006 og í 2016.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Orlane Kanor skora eitt framúr vakurt mál fyri Frakland í EM-finaluni í dag.