Áttandapartsfinalan gjørdist endastøðin hjá íslendska manslandsliðnum í HM endaspælinum í hondbólti.
Frammanfyri heili 28.100 áskoðarum í Lille tapti Ísland 25-31 ímóti Fraklandi. Í steðginum var Ísland bert aftanfyri 13-14, og vóru íslendingar væl við. Fyrsta løtan av seinna hálvleiki gjørdist tó íslendingum dýr. Fraklendingar løgdu seg framum við fimm málum, og frá støðuni 19-14 høvdu fraklendingar tamarhald á støðuni. Fraklendingar møta vinnaranum av áttandapartsfinaluni millum Svøríki og Hvítarussland í fjórðingsfinaluni, sum eisini verður leikt í Lille.
Michael Guigou gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum. Rúnar Kárason gjørdist toppskjútti hjá Íslandi við sjey málum. Thierry Omeyer í franska málinum hevði 11 bjargingar. Bjørgvin Páll Gústavsson í íslendska málinum hevði sjey bjargingar.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá áttandapartsfinaluni millum Frakland og Ísland.