##med2##
U21 landsliðið slapp ógvuliga heiðurliga frá útidystinum móti krútsterka franska U21-landsliðnum á útivølli í Calais í Fraklandi. Menn stríddust manniliga allan dystin, og júst tað gevur U21-landsliðsvenjaranum, Sámal Eriki "Bagga" Hentze eina góða kenslu aftaná dystin. Bagge staðfestir, at mótstøðuliðið var klassar betri, og hann hevði ynskt, at okkara menn høvdu bóltin meir og vóru komnir í fleiri álopsstøður. Hinvegin so stríddist liðið alla tíðina og tí var talan um eina jaliga uppliving fyri hópin.
Um fimm dagar spæla Føroyar móti Norðurmakedonia á útivølli. Bagge heldur, at Frakland er avgjørt betri enn Norðurmakedonia, men hann heldur, at taktiskt er Norðurmakedonia eitt ógvuliga sterkt lið. Bagge sigur, at liðið fer eftir sigrinum, tí enn hava Føroyar møguleikan at røkka øðrum plássinum í bólkinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 gjørdi við Bagga aftaná dystin.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum:
##med3##
Frakland – Føroyar 2-0 (1-0) U21 EM undankappingardystur
1-0 Eduaordo Camavinga 23.
2-0: sjálvmál 82.
Stade de l'Épopée-Calais í Fraklandi hósdagin 24. mars 2022 kl. 19.45
U-21 EM undankapping
Føroyar: Bárður á Reynatrøð, Víkingur – Hanus Sørensen, HB, Áki Johannesen, B68, Børge Petersen, KÍ (Elias Rusborg, Hvidovre IF Danmark, 29.), Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, B36 (Gullbrandur Øregaard, Sandned ULF Noreg, 60.), Magnus Holm Jacobsen, B36, Stefan Radosavljevic, liðformaður, HB, Ragnar Skála, AB (Martin Agnarsson, B36, 60.), Lukas Giessing, Nykøbing FC Danmark – Steffan A. Løkin, B68, (Jørgen Nielsen, NSÍ 60.)
Á beinkinum: Jóannes E. Davidsen, EB/Streymur, Bjarti V. Mørk, HB, Jonn Johannesen, KÍ, Áki D. Samuelsen, HB, Andras Johansen, B36
Gult kort: Pætur Turiðarson Skipanes
Venjari: Sámal Erik Hentze