VIDEO: Frísparksperlan hjá Brandi ferðast kring heimin

(Video) Fótbóltsheimasíður kring heimin deila 3-2 sigursmálið - frísparksmálið - hjá Brandi H. Olsen

Fótbólts-Føroyar eru ikki lendar enn aftaná ótrúliga comeback´ið móti higartil sterkasta Malta-liðnum, ið hevur vitjað í Føroyum.

Sigursmálið - frísparksperlan - hjá Brandi H. Olsen til 3-2 móti Malta í Nations League dystinum á Tórsvølli fer at standa sum eitt hitt vakrasta málið í føroysku landsliðssøguni nakrantíð.

Nú byrja fótbóltsheimasíður kring heimin at deila ótrúliga málið hjá Brandi H. Olsen.

HER  ber til at síggja ótrúliga málið á heimasíðuni hjá Trollfootball