Video: Frásøgumenn siga frá FM í telduspæli

Hoyr lívligu frásøgnina frá føroyameistarakapping í telduspælinum, Counter-Strike: Global Offensive. Hetta er bert byrjanin av internetítrótti í Føroyum, metir fyriskiparin

Hevur tú nakrantíð hoyrt ella sæð ein dyst í telduspæli verða varpaðan út á føroyskum? Um ikki, so kanst tú her hoyra brot úr frásøgnini, tá føroyameistarin í Counter Strike varð funnin um vikuskiftið. 

 

Í farnu viku var Hoyvíkshøllin karmur um tvær stórar kappingar í telduspølum. Kappast varð her m.a. um føroyameistaraheitið í Counter-Strike: Global Offensive. Spælið Counter-Strike hevur gjøgnum fleiri ár verið millum mest spældu og best dámdu skjótispølini á marknaðinum.

 

Les eisini: Geymarar fylla Hoyvíkshøllina

 

Føroyameistararnir í Counter-Strike gjørdust "Team Ballast". Allir spælarar hava hvør sítt kallinavn ella “geymaranavn”, og teir eru:

 

Jákup Viljam ‘exirpit’ Dam 

Jógvan Martin ‘LAZ’ Joensen

Martin ‘UnluckyBird’ De Fries Justinussen

Ragnar ‘Grindaboð’ Kruse

Petur Ingvar ‘HappyFeet’ Bjellvåg.

Hanus ‘Heimardinker’ Jóhansson

 

Nummar tvey gjørdust:

Bjarni ‘Frosty’ Zachariasen

Hans ‘FaroeMystiC’ Jakobsen

Heðin ‘HMonster’ Mortensen

Fríði ‘frusaZ’ Lómstein Zachariasen

Hermann ‘HolmesJunior’ Joensen

 

Frásøgumenn eru: Arnar Lognberg og Hans Kristian Eyðunsson Hansen.

 

Føroyski veitarin av internetítrótti, Esport.fo, skipaði fyri kappingini. Rúni Winther Johnsen, sum rekur Esport.fo, er nøgdur við tiltakið, og meinar, at hetta bert er byrjanin av internetítrótti í Føroyum.

 

- Hetta er bert byrjanin. Vit arbeiða sjálvstøðugt í løtuni, men vænta, at tær føroysku kommunurnar fara at spyrja inn til internetítrótt skjótt, líka sum tær gera aðrastaðni í heiminum. Serliga í Danmark, har kommunur hava gjørt stórar íløgur í internetítrótt.

 

Vit hava fyrr hoyrt um telduspælarar, sum klára seg væl á hesum økinum. Hálvi føroyingurin Johan "N0tail" Sundstein er ein, ið spælir um milliónir, og tað vísir, at hetta er ein ítróttargrein, ið verður tikin í álvara. Rúni Winther Johnsen væntar, at fleiri føroyingar eisini hava góðan møguleika at klára seg væl.

 

- Vit hava føroyingar, sum longu spæla um milliónir nú. Hetta eru upphæddir, sum eingin onnur ítróttargrein í Føroyum klárar at matcha. Eg haldi, at føroyingar hava kjans at blíva millum bestu telduspælarar í heiminum, sigur Rúni Winther Johnsen.