Til Ársins Spælari tiltakið hjá Rás2 og Miðlahúsinum, sum var í Reinsaríinum fríggjakvøldið, bleiv Heidi Sevdal vald til ársins spælara fyri sættu ferð. Hetta er hennara fyrsta kappingarár, síðani hon bleiv mamma á fyrsta sinni.
Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
- Eg havi verið í úti í eitt ár og tað hevur verið hart at koma aftur. Eg havi eisini verið bangin fyri ikki at koma upp á sama stig aftur. Tí er hetta ein váttan, at eg eri komin á saman stig, sigur Heidi Sevdal.
Hon bleiv eisini vald til ársins áleypara og fekk gullskógvin, fyri at verða toppskjútti. Heidi Sevdal og EB/Streymur/Skála vunnu greipuna í ár.
Aðrar video samrøður frá Ársins Spælari 2017:
1: Sølvi Vatnhamar: Familjan ger tað møguligt