VIDEO: EM-vinnararnir gera krav upp á Gibraltar - Fótbóltssambandið í Gibraltar mótmælir

(Video) Síggj og hoyr Rodri og spanska EM-hópin syngja sangin: "Spania eigur Gibraltar"

Rodri sang fyri í sangi, har Spania ger krav upp ognarrættin til Gibraltar

At Gibraltar hoyrir til Stórabretland er ein flís í eyganum hjá nógvum spaniumonnum. Og Spania heldur fram við at gera krav upp á, at Spania eigur Gibraltar, og Spania krevur, at Stórabretland handar landaøkið aftur til Spania. Tó hevur Stórabretland - eins og tilfeldið er við Argentina og Falklandsoyggjunum - ikki givið eftir fyri krøvunum hjá Spania. 

 

Í Gibraltar hava tey havt fólkaatkvøður, har nærum 100 prosent hava atkvøtt fyri at hoyra til Stórabretland, og hava harvið vraka Spania. Spania vil tó ikki viðurkenna hesar fólkaatkvøðurnar.

 

Spania vildi heldur ikki góðtaka eina fólkaatkvøðu í Katalonia um sjálvstýrið afturi í 2017. 

 

Spanska fótbóltssambandið hevur í UEFA-høpið tryggja sær, at Spania og Gibraltar ikki enda í EM- ella HM-undankappingarbólki saman. 

 

Kravið hjá Spania um ognarrættin til Gibraltar merkti eisini feiringina hjá sponsku EM-vinnarunum.

 

HER sæst Rodri saman við øðrum landsliðsleikarum syngja ein sang um, at Spania eigur Gibraltar:

 

##med2##

 

Fótbóltssambandið í Gibraltar hevur mótmælt atburðinum hjá Rodri og hinum í spanska EM-hópinum. 

 

GFA fer at senda eina almenna klagu til evropeiska fótbóltssambandið, UEFA: - GFA hevur lagt til merkis ógvuliga provokerandi og niðrandi feiringar í samband við, at spanska landsliðið hevur vunnið EM-kappingina. GFA fer saman við ráðgevarum at senda eina klagu til UEFA, fyri at klaga um tey niðrandi rakstrarrópini og sangirnar um Gibraltar, sungnir av leikarum á spanska landsliðnum aftaná at hava vunnið EM. Fótbólturin eigur ikki rúm fyri slíkum atburði. Skrivar GFA á heimasíðu sínari.

 

HER ber til at síggja og hoyra - við enskum undirteksti - ein spanskan sang frá Franco-tíðini, har krav verður gjørt upp á Gibraltar. Hetta situr veruliga djúpt í spaniumonnum:

 

##med3##

 

 

 

 

 

Rodri sang fyri í sangi, har Spania ger krav upp ognarrættin til Gibraltar