Tá Jóan Símun Edmundsson skrivaði søgu farna vikuskiftið við bæði at vera fyrsti føroyingurin, ið spældi í Týsku bundesliguni, og samstundis gjørdist fyrsti føroyski málskjúttin í bundesliguni var tað eisini ein stór søga í Týsklandi.
Enska YouTube rásin hjá Bundesliguni hevur gjørt eitt forkunnugt innslag sum eitur "Everyone in His Country Saw That Goal".
Í innslagnum verður eisini nomið við aðrar spælarar frá pinkutjóðum, ið hava skotið mál í bundesliguni.
HER ber til at síggja innslagið:
##med2##