VIDEO: Føroyar-Moldova 0-1 (0-0)

(Video) Síggj samandráttin frá moldovanska fótbóltssambandinum

Fótbólts-Føroyar sleikja enn sárini aftaná fyrsta tapið nakrantíð í søguni fyri Moldova.

 

Moldovanska fótbóltssambandið hevur lagt ein samandrátt út á YouTube frá EM-undankappingardystinum á Tórsvølli.

 

Samandrátturin vísir bara málið og málmøguleikarnar hjá Moldova. Einki sæst til stóru møguleikarnar hjá Jóannesi Bjartalíð og Brandi H. Olsen.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá moldovanska fótbóltssambandinum:

 

##med2##