27 dagar eru eftir til ein nýggj fiskivinnuskipan skal vera sett í gildi, og tað setur sjálvandi sítt dám á tað, ið gongur fyri seg á politiska pallinum næstu vikurnar. Vit hava fingið Árna Gregersen, politiskan viðmerkjara, at greina politisku støðuna og geva sítt boð, um hvørji mál fara at seta politiska dagsskránna hesa vikuna.
Tosað verður millum annað um álitið til nýggja fiskivinnuskipan, ið vinnunevndin arbeiðir við í løtuni, lønarsamráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið, ið kunna fáa avleiðingar fyri fíggjarlógina, og um eitt áhugavert mál, ið verður í dag roynt í Føroya rætti.










