VIDEO: Finnur skoraði sigursmálið fyri Næstved

(Video) Síggj málini frá dystinum Næstved-FC Fredericia 3-2 (1-2)

 

Finnur Justinussen var við frá byrjan tá lið hansara, Næstved í fyrsta dystinum í næstbestu donsku deildini vann 3-2 á FC Fredericia.

 

Í steðginum var FC Fredericia á odda 2-1. Liðskiparin, Kristoffer Munksgaard legði Næstved á odda tá 18 minuttir vóru farnir, men 20 minuttir seinni hevði FC Fredericia vent dystinum til sín fyrimun og var á odda 2-1.

 

Tá 57 minuttir vóru farnir javnaði Kasper Mertz til 2-2. Finnur Justinussen skoraði eitt hegnisligt sigursmál í 70. minutti tá hann lumpaði verjuna hjá FC Fredericia og setti bóltin framvið málverjanum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini sum komu í dystinum millum Næstved og FC Fredericia.