VIDEO: Finnur Justinussen skoraði tvey mál

Síggj málini frá dystinum Næstved-Middelfart 4-0 (3-0) og hoyr ljóðsamrøðu við Finnur Justinussen

Næstved flutti upp í stórum stíli, tá teir á heimavølli vunnu stórsigur 4-0 á Middelfart. Finnur Justinussen gjørdi sítt í álopinum. Tá eitt stórt korter var farið legði hann Næstved á odda 1-0. Næstved var á odda 3-0 í steðginum, og tá bert fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki økti Finnur Justinussen til 4-0.

 

 

Middelfart hevur verið eitt eydnislið hjá Finni Justinussen. Seinast liðini møttust í Middelfart skoraði Finnur Justinussen eisini tvey mál.

 

 

Finnur Justinussen hevur skotið níggju mál fyri Næstved síðani hann var leigaður út frá Fremad Amager.

 

 

Næstved liggur á øðrum plássi í uppflytingarbólkinum í triðbestu donsku deildini við 42 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika. Jammerbugt á triðja plássi hevur 35 stig, og kann í mesta lagi røkka 41 stigum, so uppflytingin hjá Finni Justinussen og Næstved er tryggjað. 

 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum Næstved-Middelfart 4-0 (3-0)

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum Rás2 hevði við Finnur Justinussen aftaná uppflytingin hjá Næstved var í hús.