Video: Finnur fekk eitt korter í Fremad-tapi

(VIDEO) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Fremad Amager-HB Køge 1-2 (0-0) her

Finnur Justinussen fekk eitt korter á vøllinum, tá lið hansara, Fremad Amager á heimavølli í Sundby á Amager tapti 1-2 ímóti HB Køge.

 

Olcay Senoglu legði Fremad Amager á odda við einum brotssparki, tá átta minuttir vóru farnir av dystinum. HB Køge skoraði tvey mál seinasta stóra korterið, og fekk trý stig heimaftur við sær úr Amager. 

 

Fremad Amager hevur tapt báðar teir fyrstu dystirnar í næstbestu donsku fótbóltsdeildini higartil. Næstseinasta vikuskiftið tapti Fremad Amager 0-2 ímóti Vendsyssel FF á útivølli.

 

Komandi sunnudag spælir Fremad Amager á útivølli ímóti Brabrand.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Fremad Amager og HB Køge. Tað er YouTube-rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út.