Stóri altjóða miðilin Financial Times hevur fleiri ferðir áður skrivað um Føroyar á heimasíðu. Nú hava umboð frá miðlinum so verið í Føroyum og fregnast við videotólinum.
Ein nýggjur stuttur dokumentarfilmur er í vikuni lagdur út á heimasíðuna hjá teimum. Í filminum vitja tey í Havn og í Mykinesi. Í Mykinesi hitta tey Odu W. Andreassen, sum hevur ferðavinnuvirksemi á oynni, og tey tosa m.a. um hesa skjótt vaksandi vinnuna.
Til ber at síggja filmin, sum eitur "Living in spectacular isolation" her:
##med2##