VIDEO: Filmsupptøkur av Diasi á Heyggi

(Video) Skotsku feðgarnir, James og Alf Cordiner filmaðu eisini merkismannin í Vági, ið Absalon Absalonsen hevur skrivað bók um

Óli Jacobsen, søguhøvundur hevur áhugaverda grein um merkismannin, Dias Godtfred - Dias á Heyggi - úr Vági í Sosialinum sum er komin í sølubúðirnar.

 

Dias á Heyggi (1879-1968) var rokskipari, vinnulívsmaður og prædikumaður. Vágbingurin, Absalon Absalonsen hevur skrivað bók um Dias á Heyggi, ið forlagið Lítli Løkur gevur út. Bókin fæst í bókabúðunum. 

 

Í bókini, sum er 478 síður eru umleið 250 myndir. Bókin er 10. útgávan hjá Absalon Absalonsen.

 

Millum alt tað sum skotsku feðgarnir úr Aberdeen, James og Alf Cordiner filmaðu í Føroyum fyrst í 1950-unum eru tríggjar filmsupptøkur har Dias á Heyggi sæst. 

 

Á upptøkuni frá 1950 sæst Dias á Heyggi uttanfyri heimið hjá sær í Vági. Eisini sæst hann uttanfyri heimið hjá soninum, Andrew.

 

Á upptøkunum frá 1953 sæst Dias á Heyggi uttanfyri húsini hjá soninum, Mikkjali, á hvalastøðuni í Lopra, í bátinum hjá sær, og á bryggjuni í Vági saman við øðrum vágbingum.

 

HER síggjast filmsbrotini frá 1950 og frá 1953:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##