Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið tók móti Stjørnuni á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum ígjár.
FH hevði eitt gott stig á hondum 10 móti 11 monnum, men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Halldór Bjørnsson sigursmálið fyri Stjørnuna. Ein minutt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat hevði Steven Lennon annars javnað fyri FH, men Stjarnan vann 2-1 og fór avstað við øllum trimum stigunum.
Tá seinni hálvleikur var eitt sindur meir enn hálvrunnin fekk Guðmundur Kristjánsson hjá FH seinna gula kortið, so FH mátti stríðast langa løtu 10 móti 11. Tað sá út til at eydnast tá Steven Lennon javnaði, men løtu seinni skoraði Halldór Bjørnsson sigursmálið fyri Stjørnuna.
FH, KR og Breiðablik hava 17 stig hvør. Stjarnan er nummar tvey við 18 stigum og føroyinga-liðið, Valur er oddalið við 22 stigum.
Komandi leygardag tekur FH móti Kópavogi á heimavølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum
FH-Stjarnan 1-2 (0-0) :
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/6d35a26a-702c-4d84-bff8-bbad6d1d0478-1597732996663" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>