Video: Fernando Torres fekk álvarsaman skaða

(Video) Fernando Torres var borin av vøllinum á børu, tá Deportivo og Atletico Madrid spældu fyrr í kvøld

Áleyparin hjá Atletico Madrid, Fernando Torres lá svímaður á vøllinum eina góða løtu, tá Atletico Madrid í dysti í sponsku La Ligo vitjaði Deportivo La Coruna.

 

Ein álvarsamur samanstoytur millum Alex Bergantinos og Fernando Torres var orsøkin til, at tað visti illa til hjá Fernando Torres, sum var borin av vøllinum á børu. Ein sjúkrabilur fór við Fernando Torres til eitt sjúkrahús í La Coruna. Har fara læknar at kanna hvussu álvarsamur skaðin á høvdið hjá Fernando Torres er. og hann verður ikki útskrivaður fyrrenn tær kanningarnar eru lidnar.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj upptøkurnar hjá La Liga av hendingini.

 

Dysturin millum liðini endaði annars við javnleiki 1-1.