VIDEO: Fantastiska málið hjá Jákupi Thomsen

(Video) Síggj hvussu Jákup Thomsen legði føroyska U21 landsliðið á odda 1-0 á útivølli ímóti Pólandi

Føroyska U21 landsliðið megnaði at spæla javnleik 1-1 í torførum útidysti ímóti Pólandi í EM-undankappingarbólki 3. 

 

Jóannes Hansen tók soleiðis samanum avrikið á in.fo fyrr í kvøld: "Føroysku spælararnir fegnast og klappa yvir, at teir hava vunnið eitt stig í U-21 landsdystinum í Póllandi.

 

Málskjútti eftir eitt stórt korter var Jákup L. Thomsen, sum legði Føroyar framum 1-0.

Støðan helt sær, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá javnaði Pólland við brotssparki, sum var ógvuliga bíligt.

 

 

Heimaliðið hevði bóltin meiri enn føroyska liðið. Talan var tó ongantíð um, at føroyska liðið var heilt niðurspælt.

Karstin Hansen í føroyska málinum bjargaði fýra ferðir sera væl.

 

 

Tá ið írski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru heimamenninir ikki blíðir. Tað sást væl, at teir kendu seg hava tapt tvey stig. Teir vístu sína misnøgd við dómaran, sum eftir síðsta bríksl kendi seg noyddan at vísa einum at teimum gula kortið."

 

 

HERber til at síggja framúr vakra málið hjá Jákupi Thomsen.