Brandur Hendriksson Olsen skoraði aftur í dag fyri Randers FC í venjingardysti. Hesa ferð skoraði landsliðsmiðvallarin við beinleiðis frísparki, tá Randers FC vann 2-0 á Bohemians úr Tjekka.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja málið
Talan er um framúr fríspark, har bóltin “knekkar” í luftini, sum tað eitur á fótbóltsmálið. Tað er tá bólturin nærmast skiftur kós av nógvu ferðini. Tað sæst eisini hvussu málverjin verður snýttur av framúr góða skotinum.
Les eisini: (Video) Sonni Ragnar móti FCK
Bæði Brandur Hendriksson Olsen og Hallur Hansson hava í seinastu skorað fyri síni superligalið, sum eru í holt við uppstartin til landskappingina.










