Video: Fann illa út av tí við Sigfríði

Sebastian Pingel visti ikki, hvar Føroyar vóru, fyrr enn hann lendi í Vágum. Síggj bersøgnu samrøðuna her.

- Eg fann ikki ordiliga út av tí við Sigfríði Clementsen. Eg haldi, at tað vóru gjørdar ov nógvar broytingar á liðnum, sigur Sebastian Pingel, tá hann skal taka saman um árið hjá HB.

 

Hann greiðir í samrøðuni frá, hvussu tað gekk fyri seg, at hann endaði í Føroyum.

- B36 skrivaði til mín á Facebook. Eg visti ikki, hvar Føroyar vóru. Tað var ikki fyrr enn eg sat í flogfarinum, at eg fann útav, at Føroyar liggja norðan fyri Ongland, sigur hann millum annað.

 

Hann hevur nú spælt í Føroyum í tvey ár. Fyrra árið var í B36, tá spældi hann 22 dystir og skoraði 10 mál. Í ár spældi hann við HB í 29 dystum og skoraði 11 mál. Hann hevur gjørt nýggjan sáttmála við HB og gleðir seg at spæla fyri nýggja venjaran, sigur hann í samrøðuni.

 

Í brotinum greiðir hann frá um lívið í Føroyum, hvussu tað er at hava ein kendan pápa og fortelur um søguna, tá hann leyp á eitt træ, aftan á at venjarin hevði skift hann út einaferð.

 

Handan Ítróttarfólkini er ein nýggj røð, sum verður at síggja á in.fo og Rás 1 framyvir, har vit gera stuttar samrøður við føroysk ítróttarfólk og ítróttarfólk í Føroyum.