TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr tað, sum fór fram í Miðlahúsinum í samband við, at bókin "Føroyskur Fótbóltur 2016" var løgd fram.
Bókin "Føroyskur Fótbóltur 2016" løgd fram í Miðlahúsinum, fríggjadagin 25. november 2016. Tróndur Arge, Eirikur Lindenskov og Jonhard Hammer frá Miðlahúsinum og Christian Andreasen, FSF-forseti søgdu nakað í samband við bókaútgávuna.
Bókin tekur samanum landskappingarnar, steypakappingarnar, avbjóðingarnar í Evropa, útisetarnir, A-landsliðið hjá monnum og kvinnum, U21-landsliðið og yngru landsliðini. Eftir ætlan verður bókin ein fastur táttur hvørt ár.
Útgevari er Sosialurin. Føroya Prent eigur snið, umbróting og prent. Bókin kostar 200,- krónur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Sølva Vatnhamar, hvørs mynd prýðir permuna á bókini.