VIDEO: Føroyar eiga eitt topp-5 væl samanspælt mál

(VIDEO) IHF heldur, at fríspæling frá Jónasi G. Djuhuus til Helga H. Hoydal og eftirfylgjandi málið er í topp-5 í HM-áttandapartsfinalunum

Og so var enn meiri topp-5 heiður til føroyska U21-landsliðið frá altjóða hondbóltssamgonguni, IHF.

 

IHF heldur, at málið har Jónas G. Djurhuus hegnisliga spælir bóltin afturum seg til Helga H. Hoydal, har Helgi eftirfylgjandi skorar ímóti Fraklandi er eitt av topp-5 málunum í kategoriini "samanspæl í álopinum".

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og njótið fríspælingina hjá Jónasi til Helga, og eftirfylgjandi málið. Hetta er veruligur klassi.