Hini bæði liðini í okkara EM-undanbólki, Eysturríki og Rumenia spældu í kvøld í Graz í Eysturríki.
Eysturríki sum vóru favorittar undan dystinum vunnu 36-32. Tað fekk framúr væl hjá Eysturríki í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Eysturríki á odda 18-11.
Stóri spælarin hjá Eysturríki var Robert Weber, ið skoraði 12 mál. Andrei Negru hjá Rumenia var eisini í stórformi. Hann skoraði 11 mál í kvøld.
Eysturríki og Ukraina hava tvey stig í undanbólki 4. Føroyar og Rumenia hava einki stig fingið enn.
Sunnudagin klokkan 18 spæla Føroyar og Eysturríki í høllini á Hálsi í Havn. Tað fer at krevja eina fullsetta og stuðlandi høll á Hálsi um vit skulu koppa eysturíkarunum, ið eru liðið frá ovasta styrkisbólkinum.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, og byrjar at senda frá høllini á Hálsi klokkan 17.10, tá fótbólturin í Betrideildini er liðugur.
HER ber til at síggja ein samandrátt hjá Eurohandball frá dystinum millum Eysturríki og Rumenia:
##med2##











