VIDEO: Enn eitt stig til Viljorm og liðfelagarnar

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Vejle-AGF 1-1 (0-0) her

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle eru framvegis ósigraðir aftaná trý umfør eru leikt í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Viljormur Davidsen spældi allan dystin tá Vejle frammanfyri einum útseldum heimavølli spældi javnleik 1-1 ímóti AGF. 10.254 áskoðarar vóru til dystin, so tað er sum í gomlum døgum hjá Vejle.

 

Einki mál kom í fyrra hálvleiki. Bror Blume legði AGF á odda tá 11 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. 

 

Løtu seinni vann Allan Sousa Vejle eitt brotsspark tá hann var feldur í brotsteiginum hjá AGF, og hann setti sjálvur brotssparkið hegnisliga í netið. 

 

Vejle hevur fimm stig fyri tríggjar dystir. Komandi leygardag kemur meistaraliðið, FC Midtjylland á vitjan á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle, og sannlíkt er, at tað aftur verður útselt til tann dystin.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og AGF.