Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, er flúgvandi í hesum døgum. Tvøramaðurin hevur verið millum mest eyðsýndu leikararnar í norsku kappingini síðani hon byrjaði, og aftur í kvøld gjørdi Gilli Rólantsson Sørensen um seg, tá Brann vann stórsigur móti Sandefjord á heimavølli.
Endaliga úrslitið av dystinum var, at Brann vann 5-0, eftir at teir í hálvleikinum førdu 4-0.
Gilli Rólantsson Sørensen, ið hevur spælt nógv í seinastuni, var skiftur út tíðliga í seinna hálvleiki, tí at venjarin spardi nakrar av týðandi leikarunum, eftir at teir vóru komnir á odda 4-0.
Men ta løtuna Gilli R. Sørensen spældi bæði legði hann upp til mál og kom á máltalvuna sjálvur. Gilli legði upp til 2-0 málið og skoraði sjálvur til 4-0, tá 41 minuttir vóru leiktir.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum
Brann - Sandefjord 5-0 (4-0)
1-0: Kristoffer Barmen (5.)
2-0: Fredrik Haugen (14.)
3-0: Jakob Orlov (40.)
4-0: Gilli Rólantsson (41.)
5-0: Vidar Ari Jónsson (90.)