Video: Eitt rimmar frísparksmál hjá Courtois

Málverjin hjá Chelsea, Thibaut Courtois prógvaði undir venjing, at hann kundi spælt í hinum endanum av vøllinum

Belgiski landsliðsmálverjin, Thibaut Courtois er ein dugnaligur málverji, og hevur valt málið hjá Chelsea tey seinnu kappingarárini. Tó eru ikki allir fjeppararnir hjá Chelsea sannførdir um, at Thibaut Courtois er eins góður og Petr Cech var, tá Petr Cech var uppá tað allarbesta. 

 

Men undir venjing fyri stuttum prógvaði Thibaut Courtois, at hann saktans kundi spælt í hinum endanum av vøllinum.

 

Undir einari venjing hjá Chelsea skeyt hann eitt so vakurt frísparksmál, sum ein sjáldan sær í einum fótbóltsdysti. Tíbetur bleiv løtan filmað.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Thibaut Courtois skora eitt dreymamál við einum rimmar frísparkshøggi. 

 

Paraguayanski málverjin, José Chilavert fór ofta fram í sínari tíð at skjóta fríspørk, og hann skoraði ikki so fá mál uppá fríspørk. So er spurningurin um Thibaut Courtois skal umhugsa at gera tað sama, sum José Chilavert so mangan gjørdi. 

<iframe frameborder="0" src="http://tpc.googlesyndication.com/safeframe/1-0-5/html/container.html#xpc=sf-gdn-exp-1&amp;p=http%3A//metro.co.uk" id="google_ads_iframe_/5765/Metro/Metro.co.uk/prod/sport/page-top-leaderboard_0" title="3rd party ad content" name scrolling="no" marginwidth="0" marginheight="0" width="728" height="90" data-is-safeframe="true" style="font-family: inherit; font-size: inherit; font-style: inherit; font-variant: inherit; font-weight: inherit; text-align: center; margin: 0px; padding: 0px; border-width: 0px; border-style: initial; font-stretch: inherit; line-height: inherit; vertical-align: bottom; "></iframe>