VIDEO: Eitt ár síðani fantastiska HM-sigurin á Suðurkorea

(Video og ljóðbrot) Síggj hæddarpunktini frá IHF og endurhoyr hæddarpunktini frá FM1 frá 20. juli í 2017

Fyrradagin var júst eitt ár liðið síðani eitt føroyskt lið á fyrsta sinni spældi ein dyst í einum HM-endaspæli. Tað var stórt, og føroyingar vunnu eisini 31-28 á Chile í HM-endaspælinum fyri U21 manslið sum í Algeria fyri júst einum ári síðani.

 

Tveir dagar seinni vunnu føroysku U21 mennirnir ein sera minniligan 28-27 sigur á Suðurkorea aftaná at hava verið á odda 16-12 í steðginum. Úrslitið tryggjaði Føroyum pláss í áttandapartsfinaluni, og harvið eitt pláss millum 16 tey fremstu U21 mansliðini í heiminum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá altjóða hondbóltssamgonguni, IHF frá minniliga dystinum ímóti Suðurkorea. Við endan av videofilminum er ein samrøða við føroyska landsliðsvenjaran, Sonni Larsen á enskum. Góðar upptøkur eru eisini av einum ídnum H71-pápa. 

 

TRÝST á PÍLIN á LJÒÐFÍLUNI undir MYNDINI (undir videofilminum), og hoyr ein samandrátt frá Rás2 sum FM1 æt tá. Samandrátturin er uppá seks minuttir. Tróndur Arge segði frá og Pole J. Hansen var viðmerkjari.

 

Hilmar Leon Jakobsen var toppskjútti hjá Føroyum við seks málum. Pætur Thomsen og Helgi H. Hoydal skutu fimm mál. Sjúrður Olsen og Kjartan Johansen skutu trý mál. Pætur Mikkjalsson og Jónas G. Djurhuus skutu tvey mál, og Áki Egilsnes og Teis Horn Rasmussen skutu eitt mál.