Video: Eitt lív uttan list er óhugsandi

Kinna Poulsen hugleiðir um lívið og list í nýggjum stuttfilmi hjá Green Renaissance

Í nýggjum stuttfilmi hjá Green Renaissance verður vitjað heima hjá Kinnu Poulsen, sum hevur allar veggirnar prýddar við listaverkum av ymsum slag. Hon hugleiðir um í samrøðuni lívið og týdningin av list.

- Hvønn dag aftaná útvarpstíðindini á middegi eru andlát at hoyra. Fólk aðrastaðni frá halda tað vera løgið og dapurt at tosa um deyða, meðan mann etur. Men eg haldi tað øvugta. Tað minnir meg á, hvussu frálíkt lívið er. Eg havi altíð verið bangin fyri at doyggja. Men allar myndirnar fara at vera til, sjálvt aftaná eg eri farin, sigur hon.

- Fyri meg er tað óhugsandi at vera til uttan list, sigur Kinna Poulsen í samrøðuni í stuttfilminum, sum tú kanst síggja her:

##med2##