VIDEO: Ein ræðuligur fyrri hálvleikur

(VIDEO) Síggj tey fimm málini AIK Stockholm fekk ímóti KÍ á Friends Arena í Stockholm

KÍ gjørdi nógv rætt samanlagt ímóti AIK í Europa League undankappingini. Teir skaffaðu Føroyum ein javnleik til UEFA Club Ranking yvirlitið, og teir hildu málið reint í trimum av fýra hálvleikum.

 

Men tann eina hálvleikin, fyrra hálvleik á Friends Arena í Stockholm ígjárakvøldi gekk púra galið. Í hesum hálvleikinum fekk AIK Stockholm øll fimm málini teir fingu í samanlagda 5-0 sigrinum ímóti KÍ.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, sum komu í dystinum millum AIK Stockholm og KÍ.