Video: Dublin Legends spæla Wild Rover

Her kanst tú síggja brot av framførsluni hjá The Dublin Legends á Summar Festivalinum

The Dublin Legends vóru ein av útlendsku bólkunum, sum framførdu á Summar Festivalinum í ár.

Hugnaligu írarnir høvdu eina frálíka konsert í Tjaldinum, og teir sungu allar teir kendu írsku fólkasangirnar, sum føroyingum eisini dáma so væl.

Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr The Dublin Legends spæla The Wild Rover á Summar Festivalinum.