Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin høvdu í kvøld torføran útidyst í bólki G í EHF European League móti rumenska liðnum, Dinamo Bukarest.
Füchse Berlin vann ein tepran 33-32 sigur. Dinamo Bukarest var á odda 17-16 í steðginum.
Hákun slapp upp í part í kvøld, og hann skoraði trý mál upp á tríggjar málmøguleikar.
Füchse Berlin hevur fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir og hevur vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum í Bukarest:
##med2##