Her sært tú eitt brot av sanginum “Why am I running”, sum Danny & the Veetos framførdu í Perluni leygarkvøldið.
Danny & the Veetos høvdu konsert í Perluni leygarkvøldið, har teir millum annað spældu nøkur av teimum nýggjastu løgunum, sum bólkurin hevur framleitt tað seinasta árið.
Áhoyrararnir sungu við, bæði til nýggj og gomul løg, og tá konsertin nærkaðist endanum, vildu fólk hoyra nakrar av nýggju sangunum umaftur.