VIDEO: Danmark og Noreg vunnu stórsigrar í EM-millumbólki 2

(Video) Síggj samandráttir frá sigrunum hjá Danmark og Noregi á Týsklandi og Niðurlondum

Í EM-millumbólki 2 stýrir Noreg beint móti hálvfinalunum, og Danmark økti munandi um sínar møguleikar at røkka EM-hálvfinalunum.

 

Danmark vann greitt 30-22 á Týsklandi í Wien. Í steðginum var Danmark á odda 15-13.

 

Trine Ø. Jensen og Anne Mette Hansen vóru toppskjúttar hjá Danmark við seks málum hvør. Lisa Antl var toppskjútti hjá Týsklandi við fýra málum.

 

Anna Kristensen í danska málinum bjargaði heili 46 prosent av týsku málroyndunum.

 

Noreg vann stórsigur 31-21 á Niðurlondum, ið samstundis var ein góð hjálp hjá Danmark. Í steðginum vóru tær norsku á odda 15-9.

 

Camilla Herrem var toppskjútti hjá Noreg við seks málum. Larissa Nüsser var toppskjútti hjá Niðurlondum við fimm málum.

 

44 ára gamla Katrine Lunde í norska málinum stóð væl. Hon bjargaði 41 prosent av niðurlendsku málroyndunum. 

 

Tíðliga seinnapartin vann Slovenia 34-25 (17-16) á Sveis.

 

Aftaná trý umfør hevur Noreg seks stig. Danmark og Niðurlond hava fýra stig hvør, og Týskland og Slovenia hava tvey stig hvør. Sveis er aftast við ongum stigi.

 

Mánadagin er skráin: Sveis-Niðurlond (klokkan 14.30), Noreg-Týskland (klokkan 17) og Danmark-Slovenia (klokkan 19.30). Komandi mikudag klokkan 17 spælir Danmark sera týðandi dystin móti Niðurlondum, ið helst avger hvør teirra fylgir Noreg í hálvfinalurnar.

 

HER ber til at síggja samandráttirnar hjá Eurohandball frá stóru sigrunum hjá Danmark og Noregi í dag:

 

##med2##

 

##med3##