Danmark vann í HM-fjórðingsfinaluni í Boxen høllini í Herning ein 26-24 sigur á Montenegro.
Í steðginum var Danmark á odda 13-10.
Danmark møtir Noregi í hálvfinaluni í Boxen høllini í Herning, fríggjadagin klokkan 16.30. Klokkan 20 spæla Svøríki og Frakland hálvfinalu í somu høll.
Danmark - Montenegro 26-24 (13-10)
Danmark: Emma Cecilie Uhrskov Friis 5, Anne Mette Hansen 5, Kristina Jorgensen 3, Louise Katharina Burgaard 2, Andrea Ulrikka Aagot Hansen 2, Kathrine Brothmann Heindahl 2, Sarah Aaberg Iversen 2, Trine Ostergaard Jensen 2, Helena Elver Hageso 1, Mie Enggrob Hojlund 1, Simone Cathrine Petersen 1.
Montenegro: Dijana Mugosa 6, Nina Bulatovic 4, Itana Grbic 4, Tatjana Brnovic 3, Jelena Despotovic 3, Ivana Godec 1, Tanja Ivanovic 1, Ivona Pavicevic 1, Matea Pletikosic 1.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá altjóða hondbóltssambandinum frá dystinum millum Danmark og Montenegro:
##med2##