Video: Danmark kom á slóðina aftur

Danmark vann ein tryggan heimasigur á Kasakstan í HM undankappingarbólki E

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av HM undankappingardystinum í bólki E millum Danmark og Kasakstan í Parkini í Keypmannahavn.

 

Danmark kom á slóðina aftur við einum góðum 4-1 sigri, sum var tiltrongt aftaná tapini ímóti Montenegro og Póllandi. Christian Eriksen skoraði tvey mál, Christian Cornelius og Peter Ankersen skoraðu hinu bæði málini.

 

Armenia vann eitt sindur óvæntað 3-2 á Montenegro á heimavølli, og oddaliðið, Pólland vann 3-0 á Rumenia í Bukarest. 

 

Pólland er greitt oddalið við 10 stigum. Montenegro hevur sjey stig, Danmark hevur seks stig, Rumenia hevur fimm stig, Armenia hevur trý stig, og Kasakstan hevur tvey stig.